Jólini 2025!
Nú styttist tíðin til jóla, og vit eru longu byrjað at fyrireika okkum til høgtíðina.
Evnisvikan er liðug, og var sera væleydnað
01.- 04.12 verður jólaroyndin hjá 8. og 9. fl
08.12. fara eldru næmingarnir at baka smákøkur til tey gomlu í sóknini.
17.12 verður foreldrakvøld (nærri boð koma seinni)
18.12. kl. 15.00 verður jólatræ fyri næmingum skúlans
(Eingin skúlagongd um morgunin)
Taxabilarnir koyra til og frá sum vanligt
19.12. kl. 11.00 verður farið í kirkju, og avvarandi hjá næmingunum eru vælkomin við
Dagurin endar uml, kl. 12.30
So er jólafrí!
Farið verður aftur í skúla mánadagin 5. jan 2026 kl. 9.50.
Tveir teir fyrstu tímarnar verður pyntið tikið niður saman við flokslæraranum, annars verður dagurin vanligur.
Heilsan
Hvalbiar skúli
Góðu foreldur,
Eg eri so heppin, at eg eri vorðin flokslærari hjá tykkara børnum. Flokkurin er sera fittur og arbeiðssamur. Tey eru sera røsk og dugnalig. Og eg skal gera mítt besta at halda á í fótasporunum hjá Jónu.
Eg eiti Winnie og eri 44 ár, eigi 4 dreingir og búgvi í Froðba. Eg eri sett sum lærari í Hvalbiar skúla til 24. apríl 2026.
Ætlanin er at halda á við sama tilfari, sum tey hava arbeitt við tvs. Finku lesibókini og teimum 3 arbeiðsbókunum, Lær teg at stava, Firvaldi, krabbabókum og so teirra egnu søgubók, har tey skriva og tekna søgur í.
Um tað er nakað, so eru tit vælkomin at ringja ella skriva til mín á 280031.
Foreldrafundur verður í nov, tit fáa boð um hann, tá vit hava funnið eitt dato.