Tórskvøldið 12. mars kl. 19.00 bjóðar skúlastýrið og lærarar í Hvalbiar skúla øllum foreldrum, ommum og abbum til felags foreldrafund. Vit hava boðið Urd Johannesen suður at tosa um evnið "almenn búgving".
Er almenn búgving ikki bara ein leivd frá farnari tíð ella er hon enn viðkomandi fyri okkum í dag? Vit hyggja nærri eftir tættunum í almennari búgving bæði fyrr og nú, og varpa ljós á, hvussu hon møguliga kann nýtast í frálæruni á munagóðan hátt.
Urd Johannesen er fødd og uppvaksin á Glyvrum. Hon hevur eina cand.mag útbúgving í enskum, altjóða viðurskiftum og mentanarleiðslu. Hon hevur síðani 2023 starvast sum mentanarsamskipari í Runavíkar kommunu.
Skráin fyri kvøldið er:
Skúlastjórin, Eydna Danielsen, ynskir vælkomin.
Vit syngja ein felagssang.
Forkvinnan í skúlastýrinum, Alice Tausen, leggur fram ársfrágreiðing. Urd Johannesen heldur fyrilestur um almenna búgving.
Høvi verður hjá fundarfólki at seta spurningar til evnið.
Skúlin bjóðar eisini ein drekkamunn. Hjartaliga vælkomin øll somul.